Toymið vitjar Skarð

By Posted in - Tíðindi on June 5th, 2013 0 Comments Á veg oman

Tann 5. juni í 2013 var toymið og vitjaði á Skarði. 14 fólk vóru í hópinum, ið fór avstað. Túrurin byrjaði í bygdini Kunoy,  og síðani var fari til gongu tvørtur um Skarðsgjógv og niðuraftur til Skarðsbygd. Við á túrinum høvdu vit frágreiðingarfólk og eisini filmsfólk. Sostætt var høvi at fáa góðar innlivingar í hvussu fólki livdi her fyri 100 árum síðani, áðrenn bygdin avtoftaðist.

Túrurin tók meira enn nakrar fáar tímar. Filmsfólkini vit høvdu við okkum, tóku millum annað upp filmin á heimasíðuni, umframt aðrar løtumyndir.

At uppliva og kenna hesa ferðini á egnan kropp, samstundis sum vit fingu góða og holla frágreiðing, gjørdi okkurt við øll ferðafólkini. Júst hvussu, er sjálvandi ymiskt fyri tann einstaka, tó vóru øll á einum máli um, at hetta hevði verið ein ógloymandi túrur. Toymið kundi nú betur skilja søguna og nærumhvørið hjá teimum í búðu á Skarði, nakað í kemur at gagna leikinum væl. Í bygdini sjálvari fekk bólkurin eina greiða lýsing av hvør hevði búð júst hvar, og hvørjir eftirkomarar vóru eftir hesi hús.

Heldur enn at ganga alla leiðina yvirum aftur Skarðsgjógv, var bátur eftir okkum við gomlu lendingina hjá Skarðsmonnum, sum sigldi okkum aftur til Havnar.

Ovast á Skarðinum

Ovast á Skarðinum

Á veg oman

Á veg oman

Skarðsbygd

Skarðsbygd

Lendingin

Lendingin

Comments are closed.