Minnisvarði reistur

By Posted in - Tíðindi on September 1st, 2013 0 Comments Minnisvarði

Endurgivið úr Norðlýsinum tann 15.08.13 við loyvi frá Oliver Joensen. 

Boðið var til minnisløtu á Skarði í gjár, har minnisvarðin, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt, varð avdúkaður. Minnisvarðin er reistur fyri at minnast at Skarðsbátin sum fórst fyri 100 arum síðan – tollaksmessudag í 1913.

At báturin fórst var við til at avtofta bygdina, tí í 1919 fluttu tey seinastu níggju fólkini – teirra millum ein 90 ára gomul kona, sum varð borin oman á helluna í leypi.

Gingið var norður bæði frá Haraldssuni eftir bakkanum og frá Kunoy eftir bygdargøtuni, niðan gjøgnum Skordal og eisini tann lættara, men longra leiðin sunnari – niðan á lítla Fjall.

Við í ferðin vóru mong ættarfólk ymiskar staðir úr landinum. Teirra millum var eisini Kaj Dam, ið hevði sett sær fyri at ganga leiðuna frá langabbanum í Kunoy, Johan Dam sum fórst við Kunoyarbátinum frá 8 børnum – til hin langabban av Skarði, Jákup Petur Petersen, sum fóst við Skarðsbátinum frá 3 børnum í 1913.

Tá ið tú hevur gingið hesa leiðina, tó at hon var kallað bygdargøtan, so fekkst tú rættiliga kensluna av hvussu harðbalið og undir hvørjum torførum umstøðum, tey hava livað. Tí gøtan og leiðin annars var ikki serliga høglig at ganga og tók meir enn tveir tímar.

Komin um skarðið, varð gingið at bygdini, har hópin av fólkið var savnað – væl omanfyri 500.

Jákup Jacobsen, greiddi stutt frá tiltakinum kring minnisvarðan, bispur helt røðu og lýsti frið, Jóan Pauli Joensen, hugleiddi um tíðina og staðið, tá ið vanlukkan fór fram – Óluva Klettskarð tað sama og um at bygdin tá stóð í blóma í 1913, tí skarðsmenn høvdu keypt stóran bát. Borgarstjórin í Kunoy  Maiken S. Michealsen tók í móti skjali frá Andras Jacobsen vegna minnisvarðanevndina um hava minnisvarðan í varðveitlsu.

Páll Klettskarð avdúkaði minnisvarðan, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Sungið varð eisini millum røðurnar. Kári Klettskarð í Kongstovu, limur í minnisvarðanevndini takkaði fyri og beyð øllum fólkunum til ein bita í bygdarhúsinum í Harladssundi, har eisini hugnaløta var um kvøldið við hugleiðingum og sangi.

Bátarnir sigldu 500 fólk heimaftur, so tað tók drúgva tíð – Afturat teimum gingu fleir heim eftir bakkanum, so tað man vera langt síðani, at tað hava verið so nógv fólk á Skarði – um nakrantíð.

Ein frálíkur dagur har rættiliga var litið afturum bak, bæði ítøkiliga eftir gomlum bygdargøtum, við skjónligu toftirnar og ikki minst mangar søguligar hugleiðingar.

Páll Klettskarð avdúkar minnisvarðan

Páll Klettskarð avdúkar minnisvarðan

Nógv fólk vóru savnað

Nógv fólk vóru savnað

Hans Pauli Olsen, myndahøggari

Hans Pauli Olsen, myndahøggari

Nógv fólk vóru savnað

Nógv fólk vóru savnað

Comments are closed.