Ein leikur um hendingarnar á Skarði

Søgan um Skarð er ein av mongum

Í 2013 eru hundrað ár síðani sorgarleikin á Skarði. Í mong ár hevur tað verið mín dreymur at endurskapa hesa søguna. Um fiskimannin og tey trongu og beisku kor, hann og hansara máttu liva við. Tað var á mangan hátt tey lívskorð, okkara forfedrar bardust við. Bátsmanningin á Skarði var henda dag á veg heim við fongi til jólar, tá ið ódnin tók teir. Hetta var ikki fyrsti smeitur fyri Skarðsbygd, men bleiv tó tann seinasti.

Hesin leikur skal minna okkum á allar teir, ið hava latið lív á sjónum, og at æra teir og allar tær kvinnur og børn, sum mistu sín kæra forsyrgjara. Ikki bara á Skarði, men um alt landið.

Ætlanin var frá byrjan at siga søguna gjøgnum dans og leik. Saman við Gunnari Hoydal kom dreymurin nærri at málinum. Gunnar hevur skrivað eitt nýtt leikrit, og Jens L. Thomsen hevur gjørt tónleik. Vit hava eisini saman við einum dugnaligum norðurlendskum toymi skapt ein modernaðan dramaleik við dansi, tónleiki og myndlist. Lagnan um eina av kvinnunum á Skarði, sum havið tók pápa, mann, bróður og synir frá, er kjarnin í søguni. Tann seinasti smeiturin, ov tungur at bera, legði bygdina í oyði.

Við tykkara hjálp verður Norðurlandahúsið karmur um henda stórfingna leik, ið er okkara felags søga.

Elsa Maria Bærentsen, framleiðslustjóri

  • Lítla bygdin og smeitirnir á sjónum. Hon Jóhanna: Tríggjar ferðir misti hon. Fyrstu ferð báðar abbarnar, aðru ferð pápan, triðju ferð mann sín og tveir synir. Jóhanna!
    Gunnar Hoydal

Dugnaliga toymið ger verkætlanina til veruleika

Eitt norðurlendskt samstarv undir føroyskari leiðslu. Elsa Maria Bærentsen og Gunnar Hoydal hava savnað fólk úr Føroyum, Íslandi og Danmark. Hetta er ein viðkvom søga, ið krevur nærlagni og virðing.

Okkara ótrúligu stuðlar

Hvat er hent higartil?

Minnisvarði

Minnisvarði reistur

Posted in - Tíðindi
on September 1st, 2013 0 Comments

Endurgivið úr Norðlýsinum tann 15.08.13 við loyvi frá Oliver Joensen. 

Boðið var til minnisløtu á Skarði í gjár, har minnisvarðin, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt, varð avdúkaður. Minnisvarðin er reistur fyri at …

Read more →
Á veg oman

Toymið vitjar Skarð

Posted in - Tíðindi
on June 5th, 2013 0 Comments

Tann 5. juni í 2013 var toymið og vitjaði á Skarði. 14 fólk vóru í hópinum, ið fór avstað. Túrurin byrjaði í bygdini Kunoy,  og síðani var fari til gongu tvørtur um Skarðsgjógv og niðuraftur …

Read more →
  • Lítla bygdin og smeitirnir á sjónum. Hon Jóhanna: Tríggjar ferðir misti hon. Fyrstu ferð báðar abbarnar, aðru ferð pápan, triðju ferð mann sín og tveir synir. Jóhanna!
    Gunnar Hoydal